Frá 1. februar 2022 er kravt, at øll kapitalfeløg – partafeløg, smápartafeløg, íverksetarafeløg og partnarafeløg, skulu skráseta sínar eigarar, bæði løgligar (beinleiðis) og veruligar. Harumframt skulu kommandittfeløg, og vinnurekandi grunnar eisini skráseta sínar veruligi eigarar.

Niðanfyri er leinkja til skjal við vegleiðing, og stutt video:

Vegleiðing um skráseting av eigarum og veruligum eigarum

Stutt video vegleiðing um skráseting.

Í hesum video fært tú svar upp á hesar spurningar og hesar vegleiðingar:

00:45 Hvat er ein "løgligur" eigari?

01:31 Hvat er ein "veruligur" eigari?

03:58 Hvør, hvat og hvar skal skrásetast?

06:42 Vegleiðing um fráboðanarskjøl

08:33 Dømi 1: útfylling av "Einfalt fráboðanarskjal"

10:25 Dømi 2: útfylling av "Nágreiniligt fráboðanarskjal"

12:07 Dømi 3: útfylling av "Onnur viðurskifti"

13:54 Dømi um samanhang millum eigaraviðurskifti