Skráseting av eigarum og veruligum eigarum
Frá 1. februar 2022 er kravt, at øll kapitalfeløg – partafeløg, smápartafeløg, íverksetarafeløg og partnarafeløg, skulu skráseta sínar eigarar, bæði løgligar (beinleiðis) og veruligar. Harumframt skulu kommandittfeløg, og vinnurekandi grunnar eisini skráseta sínar veruligu eigarar.
Fráboðanarbløð til eigaraskránna:
Einføld fráboðan
Einføld fráboðan kann nýtast til at fráboða eigarar og veruligar eigarar, har bert beinleiðis eigarar og veruligir eigarar skulu fráboðast.
Fráboðanarblað til einfalda skráseting av eigarum
Nágreinilig fráboðan
Nágreiniliga fráboðanin kann nýtast til at fráboða eigarar og veruligar eigarar, har tað ikki er ein einføld fráboðan. T.d. har persónar eru veruligir eigarar umvegis eitt ella fleiri føroysk ella útlendsk feløg.
Nýtt fráboðanarblað til nágreiniliga skráseting av eigarum
Fráboðan um onnur viðurskifti
Fráboðan um onnur viðurskifti kann nýtast til at fráboða viðurskifti, sum viðføra, at persónar eru at meta sum veruligir eigarar.
Nýtt fráboðanarblað um onnur viðurskifti um veruligar eigarar
Vinarliga send útfyltu fráboðanarbløðini til skr@vs.fo