Lóggáva
Skráseting Føroya umsitur bæði vinnufeløg og felagsskapir.
Vinnuligu feløgini fevna um kapitalfeløg, t.e. partafeløg (P/F), smápartafeløg (Sp/F) og íverksetarafeløg (ÍVF), umframt vinnurekandi grunnar.
Felagsskapir fevna um felagsskapir, ikki vinnulig feløg og samtøk við lógligum endamáli, sum eru heimahoyrandi í Føroyum, og sum ikki kunnu verða skrásett í øðrum almennum skráum í Føroyum.
Skráseting Føroya hevur ábyrgd av eftirliti við grannskoðarum.
Skráseting Føroya hevur eisini eftirlit við ávísum fyritøkum og persónum, sbrt. hvítvasklógini. Talan er um grannskoðarar, ognarmeklarar, ávísar ráðgevar, tænastuveitarar (service providers) og listahandlarar.
Endiliga hevur Skrásting Føroya ábyrgdina av umsitingini av lóg um keyp og sølu av fastogn o.a., sum serliga viðvíkur ognarmeklarum.