19.03.2020

Viðvíkjandi aðalfundum í vinnufeløgum við atliti at korona-smittuni

Vinnufeløgini skulu skjótt halda vanligan aðalfund, har ársfrásøgnin skal góðkennast

Vanligur aðalfundur skal haldast í so góðari tíð, at tann góðkenda ársfrásøgnin kann verða send Skráseting Føroya, soleiðis at Skrásetingin hevur fingið hana, innan ta í ársroknskaparlógini ásettu freist.

Tað er av størsta týdningi, at vinnufeløgini brúka tilmælini hjá myndugleikunum í viðvíkjandi korona-smittuni eisini í sambandi við aðalfundir, og tað kann hava ávirkan á komandi aðalfundir. Tilmæli í Føroyum er,  at fólk í minst møguligan mun savnast í bólkum. Jú færri tess betri – tó í mesta lagi 10 fólk.

Hvørki vinnufelagalógin ella ársroknskaparlógin innihalda heimild til, at Skráseting Føroya kann útskjóta freistina fyri at halda aðalfund ella freistina at góðkenna og lata inn ársfrásagnir, og í sambandi við korona-smittuna í Føroyum eru ikki settar serligar reglur um freistir.

Skráseting Føroya mælir til:

  • At tey feløg, sum hava møguleika fyri at halda elektróniskan aðalfund, gera tað, um tað verður mett hóskandi fyri at minka um smittuváðan.
  • At feløgini upplýsa um møguleikan at møta á aðalfundinum við fulltrúa ella at atkvøða við brævi.
  • At persónar, sum ikki kunnu møta á aðalfundi, nýta møguleikan at møta við fulltrúa ella at atkvøða við brævi.