04.09.2025

Tann 16. september 2025 fer Skráseting Føroya, at senda feløg, ið ikki hava latið ársfrásøgn fyri 2024 inn, í skiftirættin til tvingsilavtøku

Øll feløg skrásett hjá Skráseting Føroya, sum hava álmanakkaárið sum roknskaparár, skulu lata ársfrásøgn inn til Skráseting Føroya, í seinasta lagi 30. juni, sum er 6 mánaðir eftir at roknskaparárið er endað, sambært § 138 í ársroknskaparlógini.

Í dag, tann 4. september 2025, mangla framvegis 200 feløg at lata ársfrásøgn fyri 2024 inn. Øll hesi feløg, umframt allir leiðslulimir, fingu tíðliga í juli 2025 ein rykkjara eftir ársfrásøgnini, har sagt varð, at felagið varð sent í skiftirættin til tvingsilsavtøku um ársfrásøgnin ikki var latin inn innan 4 vikur.

Henda freist er farin, og Skráseting Føroya fer í ár, at senda tey feløg, sum enn ikki hava latið ársfrásøgn fyri 2024 inn tá, í skiftirættin til tvingsilsavtøku, tann 16. september 2025.

Er ivamál um felagið hevur latið ársfrásøgnina inn, ber til at leita uppá felagið her

Á tekningarútskriftini sæst dagfesting fyri, nær ársfrásagnirnar seinastu trý árini eru innlatnar.