Tann 15. september 2026 fer Skráseting Føroya, at senda feløg, ið ikki hava latið ársfrásøgn fyri 2025 inn, í skiftirættin til tvingsilavtøku
Øll feløg skrásett hjá Skráseting Føroya, sum hava álmanakkaárið sum roknskaparár, skulu lata ársfrásøgn inn til Skráseting Føroya, í seinasta lagi 30. juni, sum er 6 mánaðir eftir at roknskaparárið er endað, sambært § 138 í ársroknskaparlógini.
Í dag, tann 1. september 2026, mangla framvegis 230 feløg at lata ársfrásøgn fyri 2025 inn. Øll hesi feløg, umframt allir leiðslulimir, fingu tíðliga í juli 2026 ein rykkjara eftir ársfrásøgnini, har sagt varð, at felagið varð sent í skiftirættin til tvingsilsavtøku um ársfrásøgnin ikki var latin inn innan 4 vikur.
Henda freist er farin, og Skráseting Føroya fer í ár, at senda tey feløg, sum enn ikki hava latið ársfrásøgn fyri 2025 inn tá, í skiftirættin til tvingsilsavtøku, tann 15. september 2026.
Er ivamál um felagið hevur latið ársfrásøgnina inn, ber til at leita uppá felagið her
Á tekningarútskriftini sæst dagfesting fyri, nær ársfrásagnirnar seinastu trý árini eru innlatnar.