01.09.2023

Tann 15. september 2023, fer Skráseting Føroya at senda feløg í skiftirættin til tvingsilsavtøku um ársfrásøgn fyri 2022 ikki er latin inn.

Øll feløg skrásett hjá Skráseting Føroya, sum hava álmanakkaárið sum roknskaparár, skulu lata ársfrásøgn inn til Skráseting Føroya, í seinasta lagi 30. juni, sum er 6 mánaðir eftir at roknskaparárið er endað, sambært § 138 í ársroknskaparlógini.

Í dag, tann 1. september 2023, mangla framvegis 231 feløg at lata ársfrásøgn fyri 2022 inn. Øll hesi feløg, umframt allir leiðslulimir, fingu tíðliga í juli 2023 ein rykkjara eftir ársfrásøgnini, har sagt varð, at felagið varð sent í skiftirættin til tvingsilsavtøku um ársfrásøgnin ikki var latin inn innan 4 vikur.

Henda freist er farin, og Skráseting Føroya fer í ár, at senda tey feløg, sum enn ikki hava latið ársfrásøgn fyri 2022 inn tá, í skiftirættin til tvingsilsavtøku, tann 15. september 2023.