21.10.2008

Samstarvsavtala millum Skráseting Føroya og Erhvervs- og Selskabsstyrelsen.

SAMSTARVSAVTALA MILLUM SKRÁSETING FØROYA OG ERHVERVS & SELSKABSSTYRELSEN

Mánadagin 20. oktober 2008 skrivaðu Ole Bløndal, stjóri í Erhvervs- og Selskabsstyrelsen í Danmark og Tommy Petersen, stjóri á Skráseting Føroya og Føroya Altjóða Skipaskráseting undir avtalu um fakliga ráðgeving og samstarv, herundir lógartulking á øllum økjum umsitin av Erhvervs- og Selskabsstyrelsen, t.v.s. lóggáva viðvíkjandi partafeløgum, smápartafeløgum, vinnurekandi virkjum og ársroknskapi. Samstarvið umfatar harafturat tey viðurskifti, sum hava við grannskoðaravirksemi at gera.
 
Avtalan fevnir eisini um støðuga kunning av føroyskum myndugleikum um europeisk lóggávuátøk á vinnuøkinum.
Samstarvið verður útint á ymsan hátt so sum regluligur stuðul til lógartulking og gjøgnum skeiðsvirksemi í Danmark og Føroyum fyri føroyska embætiskervinum og vinnuni.
 
Við avtaluni fær Skráseting Føroya og aðrir viðkomandi stovnar beinleiðis atgongd til hægstu serfrøði á vinnulóggávuøkinum.
Avtalan fær gildi beinanvegin, og væntandi verður longu fyrst í 2009 hildið skeið í Føroyum viðvíkjandi ársroknskaparlógini.