15.06.2011

Lýsing um skráseting av vinnurekandi virkjum

Lýsing um skráseting av
vinnurekandi virkjum


Virki eftir § 3 eru virkir við avmarkaðari ábyrgd, har ongin av luttakarunum ábyrgjast persónliga, uttan avmarking og samhaldsfast. Hesi virki kallast virki við avmarkaðari ábyrgd – stytt v.v.a.á., ella feløg við avmarkaðari ábyrgd – stytt f.v.a.á. (á donskum v.m.b.a. og s.m.b.a.)
 
Sambært § 4 skulu eisini lutafeløg við avmarkaðari ábyrgd – stytt l.v.a.á. (á donskum a.m.b.a.) - vera skrásett hjá Skráseting Føroya.
 
Haraftrat eiga íognarfeløg - Í/f - og kommanditfeløg - K/F – har allir íognararnir, ávíkavist ábyrgaðir íognarar (komplementarar) eru partafeløg, smápartafeløg ella hava líknandi rættarform, sambært § 2 stk. 3 at vera skrásett.