31.03.2016

Kunning um talgilda innlatan av ársfrásagnum sum PDF-fíla og XBRL-fíla til Skráseting Føroya umvegis Vinnugluggan hjá TAKS

Frá og við 1. januar 2017 skulu ársfrásagnir, ið skulu latast Skráseting Føroya, latast inn bæði sum PDF-fíla og XBRL-fíla umvegis Vinnugluggan hjá Taks.

Hvørjar ársfrásagnir skal Skráseting Føroya hava í PDF-fílu og XBRL-fílu
Tær ársfrásagnir talan er um, og sum vanliga verða latnar Skráseting Føroya, eru fyri feløg í roknskaparflokki B og C, sum hava fíggjarstøðu tann 31.12.2016 ella seinni.

Feløg í roknskaparflokki D, sum hava skyldu at lata inn ársfrásøgn til Skráseting Føroya, skulu tó framvegis bert lata inn í PDF-fílu og ikki XBRL-fílu.

Stutt vegleiðing um nýggju reglurnar verða í næstum lagdar út á heimasíðuna www.skraseting.fo.

Gev gætur, at tað longu nú er møguligt at lata inn ársfrásagnir sum XBRL-fíla umvegis Vinnugluggan hjá TAKS. Mælt verður til at nýta henda møguleika longu nú, soleiðis at skipanin fær roynt seg, áðrenn hon formliga kemur í gildi.

Soleiðis virkar XBRL-formatið í praksis
At ein roknskapur skal latast inn í XBRL-formati hevur við sær, at hann skal parast við eina taksonomi. Ein taksonomi er ein standardskrá yvir allar teigar, sum eiga at vera við í einum roknskapi. Vit hava gjørt eina slíka føroyska taksonomi, sum kann takast niður á www.vinnugluggin.fo > taksonomi. Hon hevur teigar til allar tær roknskaparupplýsingar, ið feløg skulu lata Skráseting Føroya.

Ítøkiliga skal hvør teigur í roknskapinum parast við samsvarandi teig í taksonomiini. Til dømis skal inn­tøkuteigurin í roknskapinum parast við inntøkuteigin í taksonomiini. Taksonomi­in kann hava fleiri teigar enn teir, sum eru viðkomandi í roknskapinum hjá einum felagi, men bert viðkomandi teigar skulu nýtast.

Paringin av roknskapi og taksonomi verður vanliga gjørd í eini roknskaparskipan. Summar skipanir kunnu gera XBRL-fílur, men tær kunnu eisini gerast í forritum sum Word og Excel. Vanliga skal ein roknskapur bert gerast til XBRL-fílur eina ferð. Síðan kann sami leistur endurnýtast.

Uppsetingin av XBRL-fílum og paring við taksonomi krevur ávísan kunnleika um roknskap og kunningar­tøkni.

Vit mæla tí feløgum til at venda sær til eitt grannskoðaravirki ella KT-veitara fyri at fáa hjálp og vegleiðing.

Skráseting Føroya, tann 30. mars 2016