16.06.2025

Kapitalfeløg, ið ikki rættstundis rinda ársgjald til Skráseting Føroya, kunnu verða tvingsilsavtikin

Skráseting Føroya fer í næstum at senda feløgum, ið skylda ársgjald, boð við eini freist til at fáa hesi viðurskiftir í rættlag. Fær felagið ikki síni viðurskiftir í rættlag innan freistina, verður felagið sent skiftirættinum til tvingsilsavtøku.

 

Øll kapitalfeløg, t.e. partafeløg, smápartafeløg og íverksetarafeløg skulu rinda eitt ársgjald til Skráseting Føroya. Partafeløg rinda 1.200 kr. í ársgjaldi, meðan smápartafeløg og íverksetarafeløg rinda 700 kr.

 

Í teimum førum, har feløg, hóast áminning, ikki rinda eftirstøðu sína, hava royndirnar hjá Skráseting Føroya verið tær, at tað er fyrisitingarliga krevjandi, kostnaðarmikið og ofta trupult at fáa ársgjaldið inngoldið.

 

Í sambandi við broyting av vinnufelagalógini[1], vórðu heimildirnar hjá Skráseting Føroya at heita á skiftirættin um at avtaka eitt kapitalfelag víðkaðar. M.a. varð ásett, at Skráseting Føroya kann heita á skiftirættin um at avtaka eitt kapitalfelag, um Skráseting Føroya ikki rættstundis hevur móttikið ársgjald frá kapitalfelagnum, sbrt. § 225, stk. 1, nr. 9. Broytingarløgtingslógin kom í gildi 1. mai 2024[2].

 

Eitt kapitalfelag, sum ikki rindar ársgjaldið rættstundis, sbrt. vanligu mannagongdini við uppgerð og gjaldsfreist, umframt møguligum áminningarskrivi, fær eina freist til at fáa viðurskiftini í rættlag. Um felagið ikki hevur rindað ársgjaldið áðrenn freistina, sum Skráseting Føroya hevur ásett, verður felagið sent skiftirættinum til tvingsilsavtøku. Fær felagið hinvegin síni viðurskiftir viðvíkjandi manglandi ársgjaldinum í rættlag áðrenn ásettu freistina, verður felagið ikki sent skiftirættinum til tvingsilsavtøku.

 

Megnar felagið ikki at fáa viðurskiftini í rættlag innan freistina, og er felagið tískil sent í skiftirættin til tvingsilsavtøku, so ber framvegis til at senda Skráseting Føroya fráboðan um uppafturtøku í seinasta lagi 3 mánaðir eftir, at Skráseting Føroya bað skiftirættin um at tvingsilsavtaka felagið. Tó kann uppafturtøka ikki fara fram, um felagið seinastu 5 árini hevur verið undir tvingsilsavtøku. Vegleiðing um uppafturtøku er at finna á heimasíðu Skráseting Føroya. Sí annars um uppafturtøku í §§ 231 og 232 í vinnufelagalógini. Tað er eitt nú ein treyt, at tey viðurskiftini, sum grundaðu, at felagið varð latið til tvingsilsavtøku, eru fingin í rættlag, t.e. í hesum føri manglandi ársgjaldið.

 

Ein avgerð hjá Skráseting Føroya um at senda eitt kapitalfelag í skiftirættin til tvingsilsavtøku, kann ikki kærast til hægri fyrisitingarligan myndugleika, sbrt. § 322, stk. 2, í vinnufelagalógini.



[1] Løgtingslóg nr. 73 frá 31. mai 2011 um parta- og smápartafeløg, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 19 frá 26. mars 2024 (vinnufelagalógin)

[2] Løgtingslóg nr. 19 frá 26. mars 2024 um broyting í løgtingslóg um parta- og smápartafeløg (vinnufelagalógin).