01.07.2011

Innlatingarfreistin fyri ársfrásagnir er stytt ein mánað. Í tí sambandi verða nú áløgd avgjøld til allar leiðslulimir.

Tíðindaskriv
 
Viðv. Ársfrásagnum fyri feløgum skrásett hjá Skráseting Føroya.
 
Sum áður kunngjørt er innlatingarfreistin fyri ársfrásagnir (nýggja heiti fyri ársrroknskap) broytt.
 
Ársfrásøgnin skal latast inn til Skráseting Føroya í seinasta lagi 6 mánaðir eftir at roknskaparárið er endað, sambært § 138 í ársroknskaparlógini.
Tað merkir fyri øll feløg sum hava álmanakkaárið sum roknskaparár, frá 1. januar til 31. desember,  skal ársfrásøgnin verða Skráseting Føroya í hendi í seinasta lagi 30.06.
 
Um ársfrásøgnin ikki er innkomin tá, fer Skráseting Føroya at senda eitt áminningarskriv út til allar limir í leiðsluni, stutt eftir hesa freist.
 
Í hesum áminningarskrivi verður gjørt vart við, at um ársfrásøgnin ikki kemur inn innan 4 vikur, verður felagið uttan aðra ávaring sent í skiftirættin til tvingsilsavtøku sambært § 150, stk. 3 í ÁRL og § 118 jvb. § 117 í P/F-lógini.

Skráseting Føroya
Kristin Balle