26.02.2021

Frágreiðing - roknskapareftirlit 2020

Frágreiðing viðvíkjandi roknskapareftirliti av innkomnum ársfrásagnum í 2020

Frágreiðingin viðgerð úrslitið av roknskapareftirlitinum av innkomnum ársfrásagnum í 2020

Tann 31. desember 2019 vóru 3.291 feløg skrásett í partafelagsskránni hjá Skráseting Føroya. Áleið helvtin av hesum feløgunum høvdu grannskoðara skrásettan, meðan hin helvtin var skrásett uttan grannskoðara.

Skráseting Føroya ger hvørt ár eftirlit við ársfrásagnunum, sum skrásettu feløgini senda inn.

Árliga roknskapareftirlitið er býtt í tvey. Eitt móttøkueftirlit, ið hevur til endamáls at lúka mest sjónligu feilirnar burtur, og síðani stakroyndir samsvarandi § 159 í ársroknskaparlógini, sum er ein gjølla gjøgnumgongd av útvaldum ársfrásagnum.

Endamálið við roknskapareftirlitinum hjá Skráseting Føroya er fyrst og fremst at tryggja, at tær ársfrásagnir, sum feløg senda inn, eru rættar.

Roknskapareftirlitið viðgerð bert týðandi feilir soleiðis sum týðandi verður allýst eftir IFRS og IAS. Sjálvt um týðandi ikki er allýst neyvt í ársroknskaparlógini, verður mett, at týðandi sum hugtak í ársroknskaparlógini í praksis svarar til allýsingina sum IFRS nýtir, sum er soljóðandi (okkara umseting):

Upplýsingar eru týðandi, um lagt verður burturúr ella feilir eru, ið kunnu hava ávirkan á fíggjarligar avgerðir hjá roknskaparbrúkaranum, ið eru tiknar við støði í ársroknskapinum. Týðandi valdast støddin á roknskaparpostinum ella feilin, mett út frá teimum tilskilaðu viðurskiftinum ið lagt er burturúr ella tí skeiva upplýsingini. Tí virkar týðandi tátturin sum eitt støði ella mark, heldur enn ein megin góðsku eginleiki, sum upplýsingin skal uppfylla fyri at verða gagnlig.”

Í 2020 eru 60 ársfrásagnir frá roknskaparárinum 2019 kannaðar sum stakroyndir. Herav 27 við grannskoðaraátekning og 33 uttan grannskoðaraátekning, tvs. frával av grannskoðara. Skráseting Føroya hevur í ár valt at hækka talið av stakroyndum av ársfrásøgnum, sum ikki eru grannskoðaðar, av tí at tað vísir seg, at fleiri feilir eru í hesum ársfrásagnunum.

Skráseting Føroya hevur bólkað feilir og manglar í ársfrásagnunum í seks bólkar.

  1. Feilur í nýttum roknskaparhátti, sum eru t.d. manglandi lýsing av roknskaparpostum.
  2. Forklárandi notur, sum eru feilir ella manglar í forklárandi notum.
  3. Manglandi partar av ársfrásøgnini, sum t.d. kann vera manglandi samanberingartøl.
  4. Upplýsingar, sum t.d. kann vera viðv. upplýsingum um dótturfeløg og atknýtt feløg.
  5. Brot á bókhaldslógina, sum t.d. kann vera ólógligt partaeigaralán.
  6. Grannskoðaraátekning, sum eru feilir ella manglar viðv. grannskoðaraátekningini.

Niðanfyri standandi talva vísir fordeilingina av feilunum í teir seks bólkarnar:

Viðurskifti

Ársfrásagnir

Nýttur roknskaparháttur

10

Forklárandi notur

11

Manglandi partar av ársfrásøgnini

3

Upplýsingar

10

Brot á bókhaldslógina

2

Grannskoðaraátekning

1

Úrslit frá stakroyndunum samsvarandi § 159 í ársroknskaparlógini:

Ársfrásagnir 2019

Stakroyndir

feilir

Feilir í %

við grannskoðaraátekning

27

7

26%

uttan grannskoðaraátekning (frával)

33

19

58%

allar stakroyndir

60

26

43%

Umframt stakroyndirnar, hevur Skráseting Føroya í sambandi við móttøkueftirlitið við ársfrásagnum, sum eru móttiknar í 2020 stovnað 9 mál. Hesi mál vóru øll viðvíkjandi áogn hjá nærstandandi pørtum, harav nøkur mál vóru viðvíkjandi øðrum viðurskiftum eisini. Afturat hesum eru 12 vegleiðingarskriv send út til feløg viðvíkjandi ársfrásøgn felagsins fyri 2019.

Skráseting Føroya fer í 2021 at gera eftirlit við ársfrásagnum fyri roknskaparárið 2020. Væntandi verða aftur uml. 60 ársfrásagnir tiknar út sum stakroyndir, sum er uml. 1,7% av teimum 3.483 feløgunum, sum tann 31. desember 2020 vóru skrásett í partafelagsskránni.