29.05.2020

Frágreiðing - roknskapareftirlit 2019

Frágreiðing viðvíkjandi roknskapareftirliti av innkomnum ársfrásagnum í 2019

Frágreiðingin viðgerð úrslitið av roknskapareftirlitinum av innkomnum ársfrásagnum í 2019.

Tann 31. desember 2018 vóru 3.130 feløg skrásett í partafelagsskránni hjá Skráseting Føroya. Áleið helvtin av hesum feløgunum høvdu grannskoðara skrásettan, meðan hin helvtin var skrásett uttan grannskoðara.

Skráseting Føroya ger hvørt ár eftirlit við ársfrásagnunum sum skrásettu feløgini senda inn.

Árliga roknskapareftirlitið er býtt í tvey. Eitt móttøkueftirlit, ið hevur til endamáls at lúka mest sjónligu feilirnar burtur, og síðani stakroyndir samsvarandi § 159 í ársroknskaparlógini, sum er ein gjølla gjøgnumgongd av útvaldum ársfrásagnum.

Endamálið við roknskapareftirlitinum hjá Skráseting Føroya er fyrst og fremst at tryggja, at tær ársfrásagnir, sum feløg senda inn, eru rættar.

Roknskapareftirlitið viðgerð bert týðandi feilir soleiðis sum týðandi verður allýst eftir IFRS og IAS. Sjálvt um týðandi ikki er allýst neyvt í ársroknskaparlógini, verður mett, at týðandi sum hugtak í ársroknskaparlógini í praksis svarar til allýsingina sum IFRS nýtir, sum er soljóðandi (okkara umseting):

Upplýsingar eru týðandi, um lagt verður burturúr ella feilir eru, ið kunnu hava ávirkan á fíggjarligar avgerðir hjá roknskaparbrúkaranum, ið eru tiknar við støði í ársroknskapinum. Týðandi valdast støddin á roknskaparpostinum ella feilin, mett út frá teimum tilskilaðu viðurskiftinum ið lagt er burturúr ella tí skeiva upplýsingini. Tí virkar týðandi tátturin sum eitt støði ella mark, heldur enn ein megin góðsku eginleiki, sum upplýsingin skal uppfylla fyri at verða gagnlig.”

Í 2019 eru 35 ársfrásagnir frá roknskaparárinum 2018 kannaðar sum stakroyndir. Herav 19 við grannskoðaraátekning og 16 uttan grannskoðaraátekning, tvs. frával av grannskoðara.

Skráseting Føroya hevur valt at skráseta úrslitið av eftirlitinum av ársfrásagnunum eftir niðanfyri standandi leisti:

Viðurskifti

Ársfrásagnir

Ólógligt partaeigaralán

3

Brot á bókhaldslógina

0

Grannskoðaraviðurskifti

2

Feilir í uppseting

9

Onnur viðurskifti

1

Í sambandi við stakroyndirnar av teimum 35 ársfrásagnunum, hevur Skrásetingin sent skriv út til 7 feløg, har biðið varð um nærri frágreiðing viðv. ársfrásøgnini. Av hesum eru tríggjar sakir lokaðar.

Harafturat, hevur Skrásetingin sent vegleiðingarskriv út til tvey feløg.

Úrslit frá stakroyndunum samsvarandi § 159 í ársroknskaparlógini:

Árfrásagnir 2018

stakroyndir

feilir

feilir%

við grannskoðaraátekning

19

2

11%

uttan grannskoðaraátekning (frával)

16

7

44%

allar stakroyndir

35

9

26%

Umframt stakroyndirnar, hevur Skráseting Føroya í sambandi við móttøkueftirlitið við ársfrásagnum, sum eru móttiknar í 2019 stovnað 12 mál.

Skrásetingin fer í 2020 at gera eftirlit við ársfrásagnum fyri roknskaparárið 2019. Væntandi verða uml. 35 ársfrásagnir tiknar út sum stakroyndir. Hetta er uml. 1% av samlaðu ársfrásagnunum.