Eitt kapitalfelag, sum ikki rindar ársgjald til Skráseting Føroya rættstundis, kann verða tvingsilsavtikið
Við løgtingslóg nr. 19 frá 26. mars 2024 um broyting í m.a. løgtingslóg um parta- og smápartafeløg (vinnufelagalógin), vórðu heimildirnar hjá Skráseting Føroya at heita á skiftirættin um at avtaka eitt kapitalfelag víðkaðar. M.a. varð ásett, at Skráseting Føroya kann heita á skiftirættin um at avtaka eitt kapitalfelag, um Skráseting Føroya ikki rættstundis hevur móttikið ársgjald frá kapitalfelagnum, sbrt. § 225, stk. 1, nr. 9. Lógin kom í gildi 1. mai 2024.
Kapitalfelagið, sum ikki rindar ársgjaldið rættstundis, sbrt. vanligu mannagongdini við uppgerð og møguligum áminningarskrivi, fær eina freist til at fáa viðurskiftini í rættlag. Um felagið ikki hevur rindað ársgjaldið innanfyri freistina, sum Skráseting Føroya ásetur, verður felagið sent í skiftirættin til tvingsilsavtøku.
Megnar felagið ikki at fáa viðurskiftini í rættlag innanfyri freistina, og er felagið tískil sent í skiftirættin til tvingsilsavtøku, so ber framvegis til at senda Skráseting Føroya fráboðan um uppafturtøku í seinasta lagi 3 mánaðir eftir, at Skráseting Føroya bað skiftirættin um at tvingsilsavtaka felagið. Gev tó gætur, at um felagið seinastu 5 árini hevur verið undir tvingsilsavtøku, kann uppafturtøka ikki fara fram. Vegleiðing um uppafturtøku finnur tú á okkara heimasíðu við at fylgja hesi leinkju: https://www.skraseting.fo/fo/feloeg/endurskraseting. Sí annars um uppafturtøku í §§ 231 og 232 í vinnufelagalógini. Tað er eitt nú ein treyt, at tey viðurskiftini, sum grundaðu, at felagið varð latið til tvingsilsavtøku, eru fingin í rættlag, t.e. í hesum føri manglandi ársgjaldið.
Skráseting Føroya vil við hesum tíðindaskrivi gera vart við heimildina, sum kom í gildi 1. mai 2024, og vil samstundis heita á øll kapitalfeløg um at taka sína skyldu at rinda árliga gjaldið rættstundis í størsta álvara.