10.08.2022

Eigaraupplýsingar eru nú tøkar her á heimasíðuni

Frá 1. februar 2022 var kravt, at øll kapitalfeløg skulu skráseta sínar eigarar, bæði løgligar og veruligar.

Løgligir eigarar eru løgfrøðiligir ella likamligir persónar, sum beinleiðis eiga 5 % ella meira av felagsins kapitalpørtum.

Veruligir eigarar eru tann ella teir likamligu persónar, sum í síðsta enda eiga ella havi ræði á einum felag við beinleiðis ella óbeinleiðis ognarrætti yvir einum nóg stórum parti av ognarpørtum ella atkvøðurættindum ella sum hava ræði ella ágóða á annan hátt.

Ein nóg stórur partur merkir í útgangsstøðinum, at ein persónur hevur ræði á meiri enn 25 % av ognarpørtunum ella atkvøðurættindunum í felagnum. Hetta markið er ein ábending um veruligan ognarrætt.

Skráseting Føroya hevur nú móttikið so mikið av eigaraupplýsingum, at skipanin kann gerast tøk á heimasíðu okkara.

Øll kunnu nú leita uppá feløg og persónar í skipanini. Men gjørt skal vera vart við, at allar móttiknar upplýsingar ikki eru skrásettar enn, og at enn mangla upplýsingar frá fleiri feløgum. Freistin at lata eigaraupplýsingar inn til Skráseting Føroya er 1. september 2022.

Leinkja til skipan við eigaraupplýsingum: https://sg.vs.fo

Hevur tú enn ikki latið eigaraupplýsingar um títt felag til Skráseting Føroya, far so inn her og útfyll fráboðanarblaðið.