15.06.2021

Dagført fráboðanarblað

Skráseting Føroya hevur dagført fráboðanarblaðið, og lagt nýggju útgávuna á heimasíðuna.

Høvuðsbroytingin er í teigi E - Leiðslu- og grannskoðaraviðurskifti, har starv er strikað og føðidagur sett í staðin.

Føðidagur skal tískil framyvir upplýsast í teigi E, saman við navni og fullfíggjaðum bústaði.

Leinkja til fráboðanarblað:

Fráboðanarblað

Fráboðanarblað til stovnan av ÍVF