12.01.2026

Ársgjald 2026

Skráseting Føroya sendi 6. januar 2026, rokningar fyri ársgjald 2026, út til øll skrásett feløg. Freistin at gjalda er 10. februar 2026.

Ársgjaldið fyri partafeløg er í løtuni 1200 kr. og fyri smápartafeløg og íverksetarafeløg 700 kr.

Í dag eru 370 partafeløg, 3140 smápartafeløg og 875 íverksetarafeløg skrásett í partafelagsskránni hjá Skráseting Føroya.

 

Um ársgjaldið ikki er goldið áðrenn freistin er farin, fer Skráseting Føroya, sambært fráboðanarkunngerðini nr. 144 frá 23. oktober 2018, at áleggja áminningargjald á kr. 100.

 

Sleppið undan áminningargjaldi við at stovna sjálvvirkandi gjaldsavtalu. Hetta kann gerast við at senda teldupost til skr@vs.fo ella við at ringja á 356010.