06.05.2026

ÁHEITAN UM AT LATA ÁRSFRÁSØGN INN TIL SKRÁSETING FØROYA Í SEINASTA LAGI 30. JUNI

Øll feløg skrásett hjá Skráseting Føroya, skulu hvørt ár lata eina ársfrásøgn inn til Skráseting Føroya í seinasta lagi 6 mánaðir eftir at roknskaparárið er endað. Fyri feløg ið hava álmanakkaárið sum roknskaparár, merkir hetta, at ársfrásøgnin skal latast inn í seinasta lagi 30. juni.

 

Um ársfrásøgnin verður latin inn til Skráseting Føroya ov seint, verður eitt persónligt avgjald álagt hvørjum einstøkum limi í evstu leiðslu felagsins. T. e. nevndarlimir og stjórar.

Um ársfrásøgnin verður latin inn eftir 8 yrkadagar frá freistini, skal eitt avgjald á 500 kr. rindast. Er ársfrásøgnin ikki latin inn áðrenn næsti mánaðin er byrjaður, verður avgjaldið 2.000 kr. Um ársfrásøgnin ikki er latin inn áðrenn triði mánaðin er byrjaður, verður avgjaldið 3.000 kr.

 Nevnda avgjald verður kravt inn við panting, um tað ikki verður goldið rættstundis.

 

At enda skal vísast á, at um ársfrásøgnin ikki er latin Skráseting Føroya innan eina freist, sum Skrásetingin ásetur, kann felagið verða sent skiftirættinum til tvingsilsavtøku.

 

 

Skráseting Føroya