Próvtøka til at gerast løggildur grannskoðari
Vanlig (ordinær) próvtøka:
Próvtøka til at gerast løggildur grannskoðari verður hildin eina ferð um árið, í seinna hálvári, um umsøkjarar eru. Freistin at søkja er 1. juni í próvtøkuárinum.
Eyka próvtøka:
Skráseting Føroya kann avgera, at próvtøka verður hildin meira enn eina ferð árliga.
Hevur tú ikki møguleika at luttaka í vanligu próvtøkuni, kanst tú venda tær til Skráseting Føroya, ið síðan metir um skipast skal fyri eini eyka próvtøku seinni í árinum.
Kunngerðir:
Kunngerð nr. 121 frá 23. august 2022 um próvtøku o.a. fyri góðkendar grannskoðarar
Leiðreglur:
Leiðreglur fyri próvtøku fyri góðkendar grannskoðarar 2023
Oyðubløð:
Oyðublað - Próvtøka til løggildan grannskoðara
Umsóknarblað um góðkendan grannskoðari
Leinkjur:
Foreningen for statsautoriserede revisorer sí her