Felagsskráin
Í Felagsskránni kunnu verða skrásett ikki-vinnulig feløg, felagsskapir og samtøk við lógligum endamáli, sum eru heimahoyrandi í Føroyum, og sum ikki kunnu verða skrásett í øðrum almennum skráum í Føroyum.
Við skráseting fæst einkarættur at brúka navnið hjá felagnum, felagsskapinum ella samtakinum og at brúka serstøk eyðkenni, sum eru við í skrásetingini. Eisini fæst einkarættur til onnur skrásett heiti, sum felag, felagsskapur ella samtak verður rikin undir, ella heiti sum deildir tess eru kend undir.
Í Felagsskránni kunnu skrásetast upplýsingar um nevnd, stjórn og álitisfulltrúar hjá felagnum, felagsskapinum ella samtakinum, eins og upplýsing um, hvussu felagið, felagskapurin ella samtakið sambært viðtøkunum verða bundin við undirskrift, herundir serstakliga viðvíkjandi afhendan av ogn og veðseting av fastari ogn.