VEGLEIÐING UM ENDURSKRÁSETING

Endurskráseting av feløgum, jvb. § 232 og §231 í Vinnufelagslógini, verður bert framd, tá ið fráboðan verður send til Skráseting Føroya og treytað av: 

  • at Skráseting Føroya hevur fingið fráboðanina innan 3 mánaðar eftir, at felagið er sent skiftirættinum til strikingar, jvb. § 232, stk. 2 í Vinnufelagslógini.
  • Gevið gætur: Gjørt verður vart við, at útseting av strikingarviðgerini í skiftirættinum ikki ávirkar freistina fyri endurskráseting í partafelags- og smápartafelagslógini. 
  • at felagið ikki áður hevur verið sent til skiftirættin til tvingsilsavtøku seinastu 5 árini.
  • at innskotspeningurin (partapeningurin) í minsta lagi er kr. 500.000 fyri partafeløg, kr. 50.000 fyri smápartafeløg og kr. 1 fyri íverksetarafeløg, jvb. § 231 og § 232 Vinnufelagslógini.

Í fráboðanini skal vera:

  1. Rætt útfylt fráboðanarblað. Leiðsla og møguligur grannskoðari skulu fráboðast, sjálvt um viðkomandi vóru skrásett, áðrenn biðið varð um tvingsilsavtøku.

  2. Fundarfrásøgn frá aðalfundi, jvb. § 231 og § 232 í Vinnufelagslógini, sum vísir:
    a. samtykt um at felagið skal endurstovnast
    b. val av stjórnarlimum og nevndarlimum
    c. møguligt val av grannskoðara
    d. samtykt um møguliga hækking ella lækking av partapeningi og møguligar aðrar broytingar í
    viðtøkum felagsins.
  3. Verða viðtøkurnar broyttar, skal leggjast við eitt eintak av dagførdum og dagfestum viðtøkum.
  4. Fráboðan, undirskrivað av grannskoðara, um at eginpeningurin (eftir at møguligar broytingar eru gjørdar) í minsta lagi svarar til partapeningin, tá ið aðalfundur varð hildin, og at møgulig partaeigaralán v.m. øll eru afturgoldin til felagið.
  5. Allir vantandi ársroknskapir, ið áttu at verið sendir inn áðrenn fráboðanardagin. Roknskapirnir skulu vera gjørdir sambært ársroknskaparlógini. Bæði PDF og XBRL-fílurnar skulu latast inn.

  6. Skrásetingargjald kr. 5.000,00, samb. pkt. 2.1 í fylgiskjali (skjal 1) til kunng nr. 144 frá 23. oktober 2018 um fráboðan, skráseting og almannakunngering o.a. hjá Skráseting Føroya. Eisini skulu møgulig útistandandi ársgjøld gjaldast.

Mælt verður til, at málið verður viðgjørt í samstarvi við advokat og grannskoðara.

Møguligir spurningar um treytir fyri endurskráseting skulu stílast til Skráseting Føroya.