Enda felagið

Um eitt felag skal halda uppat, skal hetta fráboðast og skrásetast hjá Skráseting Føroya.

Tað eru fleiri hættir at enda eitt felag. Tað kann vera við:

1) sjálvbodnari likvidatión eftir aðalfundaravgerð (§217) Fráboðanin um likvidatión skal verða móttikin hjá Skráseting Føroya innan 2 vikur eftir avgerðina (§220).

2) Skráseting Føroya kann senda felag í skiftirættin til tvingsilsavtøku (§§225 og 226)

3) Partaeigarar senda gjaldsváttan (§216)

ad 3) Møguleiki er fyri at enda eitt felag sambært §216 í Vinnufelagslógini. Tá skal niðanfyri nevnda gjaldsváttan nýtast.

Umframt gjaldsváttanina skal ein váttan frá Taks um at eingi skatta- og avgjøldskrøv eru mótvegis felagnum, sendast Skráseting Føroya.

Dagfestingin á gjaldsváttanini og váttanini frá Taks skulu ikki vera eldri enn tvær vikur áðrenn tær verða móttiknar á Skráseting Føroya.

Fráboðanarblað

Gjaldsváttan fyri P/F og Sp/f og ÍVF (FO)