Broyta felagið
Skal felagið broyta nevnd, stjórn ella grannskoðara, viðtøkur - herímillum navn, heimstað, endamál, tekningarreglur - umframt onnur viðurskifti sum eru skrásett um felagið.
Fær felagið nýggjan heimstað, ella onnur viðurskifti verða broytt, skal hetta skrásetast hjá Skráseting Føroya.
Skriva í teigarnar í fráboðanarskjalinum, her á telduskíggjanum, áðrenn tað verður skrivað út og undirskrivað.
Um eitt ÍVF skal umskapast til Sp/f kann vegleiðing um hetta lesast í pkt. 17 í Longri frágreiðing um íverksetarafeløg (ÍVF)
Mælt verður til at lesa vegleiðingina neyvt, áðrenn skjalið til broytingar verður skrivað.
Vegleiðing til skrásett feløg
Dømi um viðtøkur partafelag
Dømi um viðtøkur smápartafelag