Kunning um CVR-skipan fyri føroysk feløg
Í samstarvi við danskar myndugleikar hevur Skráseting Føroya fingið í lag eina skipan, har føroysk feløg nú fáa møguleika at fáa útflýggjað eitt danskt CVR-nummar.
Endamál við skipanini
Endamálið við skipanini er at geva føroyskum feløgum møguleika at stovna sær MitID Erhverv frá Digitaliseringsstyrelsen. Ein fortreyt fyri at fáa MitID Erhverv, er eitt danskt CVR-nummar.
MitID Erhverv gevur atgongd til at nýta tænastur hjá- og samskifta við danskar stovnar og myndugleikar, ið áður ikki hevur verið gjørligt fyri føroysk feløg.
Hvussu skulu feløg bera seg at?
Føroysk feløg, ið ynskja at fáa eitt danskt CVR-nummar, skulu heinta og útfylla oyðublaðið "Oyðublað - CVR-nummar (Feløg)" og senda hetta umvegis teldupost til skr@vs.fo. Oyðublaðið kann finnast her.
Skráseting Føroya viðger umsóknina og sendir hana víðari til Erhvervsstyrelsen.
Útflýggjan av CVR-nummar
Tá Erhvervsstyrelsen hevur skrásett felagi, fær felagi beinleiðis boð frá Erhvervsstyrelsen um tillutaða CVR-nummari.
MitID Erhverv
Tá felagi hevur fingið útflýggjað CVR-nummar, skal felagi venda sær til Digitaliseringsstyrelsen, fyri at fáa stovnað sær eitt MitID Erhverv. Hetta verður gjørt umvegis hesa síðuna: Kom i gang med MitID Erhverv - MitID Erhverv.
Tá felagið hevur fingið útflýggjað eitt danskt CVR-nummar, kann felagið heita á donsku Digitaliseringsstyrelsen um at fáa útflýggjað MitID Erhverv. Digitaliseringsstyrelsen stendir fyri at útflýggja felagnum MitID Erhverv.
Gevið gætur!
Við nýggju skipanini er tað ein treyt, at felagið kann vísa á ein danskan bústað. Tað er ein treyt at feløg, almennir myndugleikar og viðskiftafólk kunnu koma í samband við felagið á hesum bústaði. Bústaðurin verður harumframt knýttur at felagnum á heimasíðuni hjá CVR.
Tað er skyldan hjá felagnum at fáa í lag eina avtalu við eigarin ella leigarin av bústaðnum og at syrgja fyri at viðkomandi skilur skyldurnar, ið fylgja við bústaðarskrásetingini. Tað er somuleiðis skylda felagsins, at boða frá broytingum í eigara- ella leigaraviðurskiftum í bústaðnum.
Kunning um CVR-skipan fyri føroyskar myndugleikar
Í samstarvi við Vinnumálaráðið, Erhvervsstyrelsen, Skattestyrelsen, Digitaliseringsstyrelsen og Føroysku Sendistovuna í Keypmannahavn, hevur Skráseting Føroya fingið í lag eina skipan, har føroyskir myndugleikar, eins og føroysku feløgini, nú hava møguleika at fáa tillutað eitt danskt CVR-nummar.
Endamál við skipanini
Endamálið við skipanini er at geva føroyskum myndugleikum møguleika at stovna sær MitID Erhverv frá Digitaliseringsstyrelsen. Ein fortreyt fyri at fáa MitID Erhverv, er eitt danskt CVR-nummar.
MitID Erhverv gevur atgongd til at m.a. at nýta KT-skipanir, ið krevja MitID Erhverv.
Hvussu skulu myndugleikarnir bera seg at?
Føroyskir myndugleikar, ið ynskja at fáa eitt danskt CVR-nummar, skulu heinta og útfylla oyðublaðið “Umsókn um CVR-nummar til myndugleika” og senda hetta umvegis teldupost til skr@vs.fo. Oyðublaðið kann finnast her.
Sambært avtalu millum føroyskar og danskar myndugleikar skal tann føroyski myndugleikin, ið søkir um CVR-nummar, skrásetast við adressu hjá Føroysku Sendistovuni í Keypmannahavn (Strandgade 91, 4. hædd, 1401 Keypmannahavn K.)
Skráseting Føroya viðgerð umsóknina og sendir hana víðari til Erhvervsstyrelsen. Erhvervsstyrelsen skrásetir myndugleikan sum “Statslig administrativ myndighed” í CVR. Myndugleikin kemur at framganga sum ein P-einheit til Føroysku sendistovuna í Keypmannahavn.
Útflýggan av CVR-nummar
Tá Erhvervsstyrelsen hevur skrásett myndugleikan, fær myndugleikin beinleiðis boð frá Erhvervsstyrelsen um tillutaða CVR-nummari.
MitID Erhverv og NemLogin
Tá myndugleikin hevur fingið útflýggjað CVR-nummar, skal myndugleikin venda sær til Digtialiseringsstyrelsen fyri at fáa stovnað sær eitt MitID Erhverv. Hetta verður gjørt umvegis hesa síðuna: Kom i gang med MitID Erhverv - MitID Erhverv.