Lóggáva

Skráseting Føroya umsitur bæði vinnufeløg og felagsskapir.

Vinnuligu feløgini umfata partafeløg, smápartafeløg og grunnar.

Felagsskapirnir umfata felagsskapir, ikki vinnulig feløg og samtøk við lógligum endamáli, sum eru heimahoyrandi í Føroyum, og sum ikki kunnu verða skrásett í øðrum almennum skráum í Føroyum.

Skráseting Føroya hevur eisini ábyrgdina av eftirlitinum við grannskoðarum og grannskoðanarvirkjum.

Hartil hevur Skrásting Føroya ábyrgdina av umsitingini av lógini um keyp og sølu av fastogn o.a.

Skráseting Føroya hevur eisini eftirlit við ávísum fyritøkum við heimild í hvítvaskløgtingslógini. Talan er m.a. um fyritøkur ið fáast við gjaldoyraveksling og peningaflutning, grannskoðarar, ognarmeklarar, eksternar bókhaldarar og útbjóðarar av tænastuveitingum.

Afturat hesum hevur Skráseting Føroya fingið delegerað heimildirnar hjá Landsstýrismanninum eftir lógini um vatnið í Sumbiarbergholinum.