Kunning um talgilda innlatan av ársfrásagnum til Skráseting Føroya umvegis Vinnugluggan hjá TAKS

Kunning um talgilda innlatan av ársfrásagnum til Skráseting Føroya umvegis Vinnugluggan hjá TAKS.
Frá og við 1. mai 2014 skulu ársfrásagnir, ið skulu latast Skráseting Føroya, latast inn sum PDF-fíla umvegis Vinnugluggan hjá Taks.

Pappír verður ikki longur góðtikið
Hvørjar ársfrásagnir skal Skráseting Føroya hava í PDF-fílu?

Tær ársfrásagnir talan er um, og sum vanliga verða latnar Skráseting Føroya á pappíri, eru fyri feløg í roknskaparflokki B og C, sum hava fíggjarstøðu tann 31.12.2013 ella seinni, og fyri feløg í roknskaparflokki D, sum hava fíggjarstøðu tann 31.12.2014 ella seinni.
Ársfrásagnir, ið verða sendar Skráseting Føroya umvegis Vinnugluggan, skulu vera tær vanligu pappírs-ársfrásagnirnar, gjørdar um til PDF-fílu.
Treytirnar fyri innlatan av ársfrásagnum eru tær somu sum áður sambært Ársroknskaparlógini og Innlatingarkunngerðini burtursæð frá, at tað ikki er eitt krav, at ársfrásagnirnar, ið latast inn umvegis Vinnugluggan, skulu vera fysiskt undirskrivaðar. Tó er tað eitt krav, at fylgjandi upplýsingar framganga týðiliga á framsíðuni: 1) heiti á skjalinum “Ársfrásøgn”, 2) fulla navn og skrásetingarnummar hjá felagnum, 3) roknskapartíðarskeið, 4) navnið á fundarstjóranum á aðalfundinum ella tilsvarandi góðkenningarstovni, og 5) dagfesting fyri, nær ársfrásøgnin er góðkend.
Stutt vegleiðing um nýggju reglurnar sæst á www.skraseting.fo.

Atgongd til Vinnugluggan
Fyri feløgini merkir hetta, at tey mugu hava atgongd til Vinnugluggan, fyri at kunna lata inn ársfrásagnir.
Atgongd til Vinnugluggan fæst við at senda eitt undirskrivað umsóknarblað til TAKS. Nýstovnaður brúkari fær ein “lykil” sendandi. Fyri at gerast virkin brúkari, skal lykilin sendast aftur til TAKS í telduposti, sum so ger brúkaran virknan.
Umsóknarblað um atgongd til Vinnugluggan saman við vegleiðing finst á www.taks.fo.

Kvittan fyri innlating
Tá ið ársfrásøgnin til Skráseting Føroya er latin inn í Vinnuglugganum sæst kvittan á telduskíggjanum, tá ið fílan er móttikin. Kvittan verður eisini send til ta teldupostadressuna, sum er skrásett í Vinnuskránni hjá TAKS, og sum sæst í Vinnuglugganum.
Ársfrásagnir til Skráseting Føroya, ið eru latnar inn umvegis Vinnugluggan áðrenn 1. mai 2014
Av misgáum hevur verið “tekniskt” møguligt at lata inn ársfrásagnir til Skráseting Føroya umvegis Vinnugluggan, hóast kunngerðin, ið heimilar talgildari innlatan av ársfrásagnum til Skráseting Føroya, ikki hevur verið lýst.
Orsakað av hesum mistaki, er neyðugt, at øll, ið bert hava latið inn ársfrásagnir til Skráseting Føroya umvegis Vinnugluggan, áðrenn 1. mai 2014, lata inn ársfrásagnirnar av nýggjum umvegis
Vinnugluggan sambært omanfyri nevndu treytum.

Gevið gætur at tað er bert ársfrásøgnin, ið skal latast Skráseting Føroya, og ikki skattaroknskapir o.a., tí øll skjøl, ið verða latin Skráseting Føroya saman við ársfrásøgnini, verða almannakunngjørd.

Skráseting Føroya, tann 23. apríl 2014