![]() |
VIÐVÍKJANDI FRAMFERÐARHÁTTI VIÐ FRÁVALI AV GRANNSKOÐARA Sambært § 135 í ÁRL kunnu feløg lata ársfrásagnir inn til Skráseting Føroya, ið ikki eru grannskoðaðar.
Fyri at kunna velja grannskoðan frá, skal felagið í 2 fylgjandi roknskaparár, ikki fara uppum tvær av hesum støddum:
Eisini ber til stovna eitt felag uttan at velja grannskoðara, um mett verður at omanfyri standandi treytir eru uppfyltar.
Tá ynski er um at velja grannskoðara frá, skal samb. §88 stk. 1 nr. 3 í Vinnufelagslógini, á vanliga aðalfundinum (og ikki á einum eykaaðalfundi), samtykkjast at komandi ársfrásøgn, ikki skal verða grannskoðað, jvb. § 135 í ÁRL. Støða skal takast til hetta á aðalfundinum hvørt ár.
Samtyktin um frával av grannskoðan skal standa í ársfrásøgnini undir leiðsluátekningini hvørt ár jvb. §10 a í ársroknskaparlógini.
Eisini skulu viðtøkurnar broytast samsvarandi og skal hetta fráboðast skrásetingini sum vanlig fráboðan.
Henda orðing kann nýtast um grannskoðan í viðtøkunum:
Á hvørjum ársaðalfundi verður støða tikin til, um felagið ynskir ársfrásøgnina grannskoðaða. Aðalfundurin kann velja ikki at hava grannskoðan, um ársroknskaparlógin heimilar hesum. Ynskir felagið grannskoðan, verður ein roknskapargrannskoðari valdur. Starv hansara stendur við til aðalfundurin hevur valt annan grannskoðara, ella velur ikki at hava grannskoðan.
Henda orðing kann nýtast í ársfrásøgnini:
Vísandi til ÁRL § 10a, er avgjørt ikki at velja grannskoðara fyri roknskaparárið 20xx
|
Vil tú byrja, broyta ella enda títt felag? > STOVNA eitt felag > BROYTA felagið > ENDA felagið ![]() Tøk nøvn > Kanna um eitt navn er tøkt. ![]() Hagtøl > Hvussu nógvar fyritøkur vórðu settar á stovn í 2009? |




